Færri ferðafólk brúka meira

Færri ferðafólk brúka meira
Hóast talið av ferðafólkum í Íslandi higartil í ár er minkað við umleið 20 prosentum, so nýtir hvørt ferðafólk meira enn áður
Hvørt ferðafólk í Íslandi brúkar í miðal umleið 25 prosent meira í íslendskum krónum, enn fyri einum ári síðani
 
18.09.2019 - 09:29

Tá WOW-air í mars mánaði gavst við sínum virksemi í Íslandi, varð mett, at miðalúrtøkan fyri hvørt ferðafólk fór at vaksa, tí WOW-air var sonevnt lágprísflogfelag, ið seldi bíligar flogferðaseðlar.

Og tað sæst longu nú. Hóast talið av ferðafólkum higartil í ár er minkað við umleið 20 prosentum, so nýtir hvørt ferðafólk meira enn áður. 

Brúka 25 prosent meira

Hvørt ferðafólk í Íslandi brúkar í miðal umleið 25 prosent meira í íslendskum krónum, enn fyri einum ári síðani. 

Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Bjarni Benediktsson, segði í samrøðu við RÚV, at hetta er millum annað tí, at ferðafólkini eru til reiðar, at nýta somu upphædd í teirra heimliga gjaldoyra, sum áður og við einari veikari krónu, og tað hevur ávirkan. 

Hóast talið av ferðafólkum er munandi minkað, so minkar talið av gistingum á gistingarhúsum ikki so nógv. Í mai mánaði var minkingin bara eitt prosent, skrivar føroyska sendistovan í Reykjavík.

Týdningarmikið fyri búskapin

Sambært íslendska Arion Banka, nýtti hvørt ferðafólk 28 prosent meira í ISK í Íslandi í apríl, og 30 prosent meira í mai enn árið fyri.

Nýtslan av kredittkorti fyri hvørt ferðafólk hevur ongantíð verið størri enn í mai í ár, og harumframt vísir nýtslan, at hvørt ferðafólk nýtir meira í egnum gjaldoyra enn áður. 

Hetta er ein gongd, sum er sera týdningarmikil fyri íslendska búskapin, staðfestir Arion Banki í frágreiðing, sambært føroysku sendistovuni í Reykjavík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201