Afturhildið í 66 dagar: Tangaskip kós ímóti Dubai

Afturhildið í 66 dagar: Tangaskip kós ímóti Dubai
Iran hevur leyslatið tangaskipið, Stena Impero, sum er undir bretskum flaggi
Iran hevur hildið aftur tangaskipinum Stena Impero í meira enn tveir mánaðir
 
27.09.2019 - 11:15

Iran hevur hildið aftur skipinum í meira enn tveir mánaðir, og tað hevur ligið í havnini í Bandar Abbas. Iranska herdeildir steðgaðu skipið í Hormuz-sundinum, tí tað hevði brotið altjóða havrættarreglur. 

Embætisfólk siga, at skipið fór úr Bandar Abbas tíðliga í morgun. Sambært stjóranum í Stena Bulk, Erik Hanell, er skipið á veg til Dubai, har manningin verður kunnað og til heilsukanning.

 >> SÍ EISINI Iran leggur hald á bretskt skip

Hald varð lagt á tangaskipið 19. januar, tvær vikur eftir, at bretskar herdeildir hildu aftur einum iranskum tangaskipi. Orsøkin var, at skipið skuldi til Sýria við olju, og tað er ikki loyvt eftir tiltøkunum sum ES hevur sett í verk ímóti Sýria. 

Skipið varð leyslatið aftur í augustmánaði. Stena Impero sigldi í altjóða sjógvi og inn í Hormuz-sundið, sum bindir saman Persa-flógvan og India-havið, tá iranskar uppreristrardeildir handtóku skipið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190