Jóhan á Plógv Hansen gjørt sáttmála við Hannover

Jóhan á Plógv Hansen gjørt sáttmála við Hannover
Næsta kappingarár fer føroyingurin á danska landsliðnum at spæla hondbólt í bestu týsku deildini
 
28.09.2019 - 14:29

Fyrr í dag boðaði danska felagið hjá Jóhan á Plógv Hansen frá, at føroyski vongurin hevur gjørt avtalu við útlendskt felag. Nú er greitt, at talan er um týska felagið Hannover.

– Tíðin er búgvin til, at eg royni okkurt nýtt og at spæla í Bundesliguni hevur altíð verið ein stórur dreymur hjá mær, sigur Jóhan á Plógv Hansen við danska TV2 Sport.

Sambært sama miðli var tað heildarloysnin, sum gjørdi, at Jóhan á Plógv Hansen tók av tilboðnum frá Hannover.

Týðandi fet á yrkisleiðini

– Allur pakkin var tann rætti fyri meg. Alt frá sjálvum býnum til spælitíð. Hetta er eitt tíðandi fet á míni yrkisleið og eg eri fegin um, at avtalan er gjørd, sigur hann.

Áður hava søgur gingið um, at fleiri onnur feløg í Týsklandi fylgdu við menningini hjá Jóhan á Plógv Hansen. Eitt nú stórfelagið Kiel.

– Fyri meg er tað umráðandi, at eg spæli regluliga. At koma til Bundesliguna har eg kann spæla eitt sindur og ikki sita so nógv á beinkinum. At kenna seg tryggan í umstøðunum, sum tú ert í, er nakað, sum tænir øllum spælarum, sigur Jóhan á Plógv Hansen sambært TV2 Sport.

Spælt 25 landsdystir fyri Danmark

Við skiftinum til týskan hondbólt vónar Jóhan á Plógv Hansen, at hann av álvara fær bitið seg fastan á danska landsliðnum, har hann higartil hevur spælt 25 landsdystir.

Jóhan á Plógv Hansen er 25 ára gamal og hevur fingið sína hondbóltsuppaling í Kyndli, áðrenn hann flutti til Danmarkar og fór at spæla hondbólt við Skanderborg Håndbold í 2010.

Í 2015 gjørdi hann sáttmála við Bjerringbro-Silkeborg Håndbold, sum hann altso hevur spælt við síðani. Men næsta kappingarár gongur leiðin altso til Týsklands og Hannover. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860