Johnson avdúkar skjótt Brexit-ætlan

Johnson avdúkar skjótt Brexit-ætlan
Boris Johnson fer í seinasta lagi um eitt samdøgur at kunngera ein ætlan fyri leiðarunum í ES, hvussu Bretland kann fara úr evropeiska samveldinum
Bretski forsætisráðharrin fer nú at kunngera Brexit-ætlanina fyri leiðarum í ES
Mynd: AP  
 
01.10.2019 - 09:24

Tað siga ónevndar keldur fyri BBC og The Telegraph. Eftir øllum at døma ber ætlanin í sær, at eingin tollmúrur verður á markinum millum Írland og Norðurírland.

The Telegraph skrivar, at Boris Johnson ætlar at skipa eitt búskaparligt øki í Írlandi. Tað skal tryggja, at matvørur og landbúnaðarvørur sleppa ótarnaðar um markið.

Tollmiðstøðir báðumegin markið

Írska sjónvarpsstøðin, RTE, skrivar, at ætlanin er at hava tollmiðstøðir, sum tær verða nevndar, báðumegin markið. Men írski uttanríkisráðharrin, Simon Coveny, hevur longu víst hesi ætlanini aftur.

Hetta er ein deyðfødd ætlan, skrivar uttanríkisráðharrin á Twitter. Tíðin er komin, at ES fær eitt uppskot frá Bretlandi, sum álvari er í, skal Brexit verða veruleiki seinast í oktober. Norðurírland og Írland hava betri uppiborið, sigur írski uttanríkisráðharrin. 

ES hevur leingi eftirlýst ítøkilig uppskot úr Bretlandi í spurninginum um markið millum Norðurírland, sum fer úr ES saman við Bretlandi, og Írland, sum verður verandi í ES. Bretland skal eftir ætlan fara úr ES 31. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190