Vónar at fáa friðaravtalu í lag við Taliban

Vónar at fáa friðaravtalu í lag við Taliban
Amerikanski verjumálaráðharrin, Mark Esper, kom í gjár til Afganistan í eini roynd at fáa Taliban til samráðingarborðið
Amerikanskir hermenn bjóða amerikanska verjumálaráðharranum, Mark Esper, vælkomnum tá hann kom til afganistan í gjár
Mynd: AP  
 
21.10.2019 - 08:04

– Endamálið er, sum frálíður, at fáa friðaravtalu í lag - eina politiska avtalu, sigur Mark Esper, amerikanskur verjumálaráðharri, sambært Reuters.

Taliban hevur valdið á størri parti av Afganistan nú, enn í 2001, tá hernaðarliga samgongan, sum USA stóð á odda fyri, rak Taliban frá.

Donald Trump sleit friðarsamráðingarnar við Taliban í september eftir eina røð av blóðigum atsóknum, hóast framstig vórðu gjørd við samráðingarborðið.

65-70 fólk deyð í atsókn

4.300 fólk eru annaðhvørt deyð ella særd í krígnum móti Taliban seinastu mánaðirnar, vísa tøl hjá Sameindum tjóðum.

Í gjár vitjaði afganski forsetin, Ashraf Ghani, eina bygd, har 65 til 70 fólk doyðu, tá søkt varð at einari mosku. Eingin hevur átikið sær skyldina fyri atsóknina.

Í løtuni er óvist, um Ghani varðveitir forsetasessin. Eftir seinna valumfar siga bæði hann og avbjóðarin, Abdullah Abdullah, at teir hava vunnið. Valnevndin hevur fleiri ferðir útsett at kunngera valúrslitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655