39 lík funnin í bingju

39 lík funnin í bingju
Løgreglan í Bretlandi kannar í løtuni eitt mál um 39 lík, sum eru funnin í einari bingju eystan fyri London
Løgreglan ger kanningar í Waterglade Industrial Park í Grays í Bretlandi, har 39 lík eru funnin í einari bingju
Mynd: AP  
 
23.10.2019 - 12:17

Løgreglan í Bretlandi kannar eitt mál um 39 lík, sum vórðu funnin í einari lastbilabingju í býnum Grays, 30 kilometrar eystan fyri London, í nátt.

Tær fyrstu upplýsingarnar benda á, at 38 av teimum deyðu eru vaksin fólk, og at eitt fólk er tannáringur. Løgreglan sigur, at talan er um eitt drápsmál.

Ein 25 ára gamal maður úr Norðurírlandi er tikin, og hann er undir illgruna fyri dráp, skriva bretskir fjølmiðlar.

Maðurin koyrdi lastbilin við bingjuni, har líkini vórðu funnin. Løgreglan heldur, at bingjan kom úr Bulgaria til Bretlands leygardagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723