Fleiri túsund vilja halda Føroyar viðlíka

Fleiri túsund vilja halda Føroyar viðlíka
Fleiri túsund útlendingar hava longu skrivað seg upp til 'Closed for Maintenance' átakið næsta ár, sum Visit Faroe Islands skipar fyri
Fleiri enn 4.000 útlendingar hava longu skrivað seg upp til at fáa fráboðan um átakið, Stongt vegna viðlíkahald, í 2020, sum verður 15. til 18. apríl.
Mynd: Savnsmynd  
 
11.11.2019 - 15:55

Stórur áhugi er at vera við í tiltakinum "Closed for Maintenance", ella "Stongt vegna Viðlíkahald", sum Visit Faroe Islands skipaði fyri fyrstu ferð í ár.

Hóast tilmeldingin til tiltakið ikki er byrjað enn, so hava fleiri enn fýra túsund útlendingar skrivað seg upp hjá Visit Faroe Islands at fáa fráboðan um átakið í 2020, sum verður 15. til 18. apríl.

Almenna tilmeldingin byrjar 12. november á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.

40 føroyingar kunnu vera við
Ætlanin er, at føroyingar í størri mun enn seinast skulu taka lut í arbeiðnum, og tí kunnu teir eisini tekna seg hesaferð.

Pláss verður fyri 40 føroyingum og 100 útlendingum, sum bara skulu rinda sín ferðaseðil og annars fáa goldið uppihaldið.

14 øki
Visit Faroe Islands heitti fyrr í ár á kommunur og kunningarstovur um at senda inn uppskot til verkætlanir, sum tey ynsktu at fáa við í átakið. Nógv góð uppskot komu inn, og heili fjúrtan økir vera við í átakinum næsta ár, millum annað væl vitjaði støð sum Slættaratindur og Kalsoy. 

Í ár vóru tíggju verkætlanir.

Arbeiðsuppgávurnar vera í høvuðsheitum at gera gøtur og seta vegvísarar upp, so tað verður tryggari og lættari hjá bæði føroyingum og útlendskum ferðafólkum at ferðast í Føroyum.

Summar verkætlanir eru framhald av arbeiðinum, ið varð framt í vár.

Tað er Visit Faroe Islands, sum saman við kommununum og kunningarstovum kring landið, skipa fyri tiltakinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715