Gera nýggja tilbúgvingarstøð

Gera nýggja tilbúgvingarstøð
Sands kommuna hevur sett hálvatriðju millión av til nýggja tilbúgvingarstøð. Kommunan hevur einmælt samtykt fíggjarætlanina fyri 2020
 
05.12.2019 - 10:16

Mett verður at tað fer at kosta góðar 21,6 milliónir krónur at reka Sands kommunu, og at inntøkurnar verða góðar 25,4 milliónir krónur.

Ein millión av lániskuldini verður afturgoldin í 2020. Kommunan fer at gera íløgur fyri 6,1 millión krónur næsta ár.

Gera nýggja tilbúgvingarstøð

Millum annað eru 2,5 milliónir krónur settar av til nýggju tilbúgvingarstøðina. 1,5 milliónir eru settar av til nýggja útstykking til sethús og 600.000 krónur er settar av til at fyrireika nýggjan barnagarð.

Sands kommuna hevur eisini setta av 500.000 krónur til kloakkir, 400.000 til vegir og 300.000 til havnarøki.

Skattaprosentið er lækkað við 0,25 prosenti, og verður 20,75 prosent. Barnafrádrátturin verður framvegis 8.500 krónur fyri barnið, skrivar Sands kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672