Labour tekur seg inn á konservativa flokkin

Labour tekur seg inn á konservativa flokkin
Í dag hava 45 milliónir veljarar møguleika at velja nýtt parlament í Bretlandi
Størsti andstøðuflokkurin, Labour, hevur tikið seg inn á konservativa flokkin í nýggjari veljarakanning
 
12.12.2019 - 09:06

650 sessir eru í parlamentinum, og fyri at fáa meiriluta, krevjast 326 sessir. Veljarakanningar, sum eru gjørdar undir valstríðnum, hava víst, at konservativi stjórnarflokkurin hjá Boris Johnson, forsætisráðharra, fær greiðan meiriluta í parlamentinum.

Men ein nýggj kanning vísir, at størsti andstøðuflokkurin, Labour, hevur tikið seg inn á konservativa flokkin. Kanningin vísir, at konservativi flokkurin fær 43 prosent og Labour 34 prosent.

Brexit-ætlanin hjá Johnson kann vera í vanda

Politiskir eygleiðarar siga, at fær Boris Johnson ikki meiriluta í nýggja parlamentinum, kemur ætlan hansara um Brexit í vanda.

Hann noyðist at samstarva við aðrar flokkar, og tað verður ikki, sum at siga tað, tí hann hevur lagt sjógv millum seg og Liberalu demokratarnar og norðurírska flokkin, DUP.

DUP hevur verið stuðulsflokkur hjá bretsku stjórnini síðani 2017, men flokkurin tekur ikki undir við Brexit-avtaluni, sum Boris Johnson gjørdi við ES í oktober.

Skulu kanska atkvøða um ES-limaskapin aftur

Hinvegin er DUP ein borgarligur flokkur, sum ikki vil samstarva við Labour. Eydnast tað ikki Boris Johnson at fáa meiriluta í parlamentinum eftir valið, fær Labour-leiðarin, Jeremy Corbyn, litið upp í hendur at skipa stjórn.

Tað kann hava við sær, at bretar aftur skulu á fólkaatkvøðu um limaskapin í ES, siga politiskir eygleiðarar. Labour kann gera eina roynd at fáa stuðul frá skotska tjóðskaparflokkinum, SNP, og Liberalu demokratunum. 

Undir valstríðnum hevur Labour lovað SNP eina nýggja fólkaatkøvðu um loysing frá Bretlandi, og Liberalu demokratarnir krevja eisini nýggja fólkaatkvøðu um ES-limaskapin. Úrslitið av parlamentsvalinum í Bretlandi í dag verður væntandi greitt í nátt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609