Berghol næstan komið í helvt

Berghol næstan komið í helvt
Nú eru næstan 1.100 av tilsamans 2.500 metrum boraðir í nýggja Hvalbiartunlinum
Arbeiðið at gera nýggja bergholið til Hvalba er frammanfyri tíðarætlanina
 
18.01.2020 - 16:11

Nú eru næstan 1.100 av tilsamans 2.500 metrum boraðir í nýggja Hvalbiartunlinum.

Tað eru nú boraðir tilsamans 1.080 metrar í tunlinum, sigur Dánjal Pauli í Búðini, byggileiðari hjá Articon, sum stendur fyri arbeiðnum at gera tunnilin.

Í byrjanini var tilfarið vánaligt, tá talan fyri tað nógva var um samanpressaðan leir, men nú er tilfarið gott at arbeiða við, sigur hann.

Frammanfyri tíðarætlanina

Boringin í Hvalbiartunlinum byrjaði seint í august, og í løtuni er arbeiðið nakað framman fyri tíðarætlanina. Tunnilin skal eftir ætlanini verða liðugur um tvey ár.

Tunnilin verður 2.524 metrar langur, tað eru 100 metrar longri enn Hovstunnilin er. Afturat tunlinum skulu eisini gerast 2,3 kilometrar av vegi hvalbiarmegin og 900 metrar trongisvágsmegin.

Játtanin til nýggja Hvalbiartunnilin er 272 milliónir krónur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229