Tekur seg aftur sum kanslaraevni

Tekur seg aftur sum kanslaraevni
Annegret Kramp-Karrenbauer heldur fram sum forkvinna í CDU, til nýggjur leiðari er funnin
Annegret Kramp-Karrenbauer leggur frá sær sum kanslaraevni og forkvinna í CDU
 
10.02.2020 - 14:37

Forkvinnan á týska flokkinum, CDU, Annegret Kramp-Karrenbauer, hevur boðað frá, at hon hevur slept ætlanini at gerast samveldiskanslari eftir Angelu Merkel.

Hon verður kortini verandi forkvinna í flokkinum, til eitt annað umboð er funnið, sum kann taka við eftir Angelu Merkel. Hon verður eisini verandi verjumálaráðharri, til val verður til ríkisdagin í 2021.

Drúgvar royndir

Kamp-Karrenbauer hevur drúgvar royndir í CDU, og longu 19 ára gomul varð hon vald í kommunustýrið í Pu:ttligen.

Hon varð í desember í 2018 vald til formann í CDU, í harðari kapping við ríkmannin, Friedrich Merz.

Nú hon hevur gjørt av ikki at gerast samveldiskanslari, sigur hon, at formaðurin í flokkinum eisini eigur at vera samveldiskanslari.

Angela Merkel hevur verið samveldiskanslari í Týsklandi í skjótt 15 ár, og tí eru tað nógv av teimum ungu, sum ikki kenna tíðina undan henni.

Gongur aftur á hondina

Tað hevur gingið støðugt aftur á hondina í politikkinum, og seinastu tíðina eru stjórnarflokkarnir, CDU og CSU, minkaðir úr 41 niður í 33 prosent í undirtøku.

Samstundis gongur støðugt framá hjá høgraflokkinum, Alternative fúr Deutschland, sum fær 13 prosent av undirtøkuni.

Í farnu viku fór flokkurin hjá Angelu Merkel í samstarv við AfD í Thu:ringen, og tað segði Angela Merkel vera ófyrigeviligt.

72 prosent eru ímóti

Avgerðin hjá Annegret Kramp-Karrenbauer um at leggja frá sær, botnar helst í, at ein meiningakanning í gjár vísti, at 72 prosent av týsku veljarunum siga seg vera ímóti henni sum kanslara.

Tí er CDU noyddur at finna ein nýggjan formann fyri valið í 2021, og sum støðan er nú, má flokkurin byrja av nýggjum, eftir at hava verið leiðandi, síðani Angela Merkel kom framat í 2005.

Nú skal flokkurin hava nýggjan fomann, og fleiri verða longu nevndir sum eftirmenn hjá Angelu Merkel, skriva Ritzau og Politiken.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647