Lívrenta og náttúrulóg í tinginum í dag

Lívrenta og náttúrulóg í tinginum í dag
Framsókn hevur skotið upp at kvinnur og menn fáa tað sama í lívrentu
Bjarni Kárason Petersen og Ruth Vang í Framsókn vilja hava landsstýrið at gera uppskot um at broyta reglurnar um lívrentu
 
11.02.2020 - 08:48

Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið hjá Framsókn um, at kvinnur og menn eiga at fáa tað sama í lívrentu.

Framsókn sigur, at nú fáa kvinnur 13 prosent minni enn menn um mánaðin.

Orsøkin til, at kvinnur fáa minni um mánaðin enn menn, er tann, at kvinnur liva í miðal longri enn menn.

Framsókn vil hava løgtingið at heita á landsstýrið um gera uppskot um, at lívrentutryggingar, sum verða teknaðar frá 1.januar 2021, hava somu treytir fyri kvinnur og menn.

Náttúrumargfeldi

Tingið skal eisini viðgera trý uppskot, sum hava samband við lógaruppskotið um náttúrumargfeldislógina.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi mæla til, at friðingarnevndirnar verða tiknar av, og heimildirnar hjá teimum verða fluttar til landsstýrisfólkið, sum so væntandi leggur sínar heimildir til Umhvørvisstovuna at umsita.

Uppskot er eisini um, at kærunevndin í lendismálum eisini umfatar náttúru og umhvørvi og broytir navn til kærunevndin í náttúru-, umhvørvis- og lendismálum.

Nevndarfundir

Fíggjarnevndin og Trivnaðarnevndin hava fund fyrrapartin.

Fíggjarnevndin viðger framvegis landsroknskapin fyri 2018, útbyggingina á Landssjúkrahúsinum og lættarnar hjá heimavirki. 

Vinnuhúsið, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og Taks og HMP Consult eru biðin um at koma á fundin í dag. 
 
Trivnaðarnevndin hevur níggju mál á sínari dagsskrá í dag, millum annað vælferðarlógina.

Løgtingsfundurin í dag er klokkan 11.00.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870