Írska stjórnin lagt frá sær

Írska stjórnin lagt frá sær
Leo Varadkar verður kortini sitandi sum forsætisráðharri, til nýggj stjórn er skipað
Leo Varadkar er nú fyribils forsætisráðharri í Írlandi
 
21.02.2020 - 09:05

Írski forsætisráðharrin, Leo Varadkar, boðar frá, at stjórnin leggur frá sær, men hann verður sitandi sum forsætisráðharri, til ein nýggj stjórn er skipað.

Val var í Írlandi 8. februar, men eingin flokkur fekk nóg mikið av atkvøðum til at fáa valdið einsamallur, og tí er neyðugt við meira enn einum flokki í stjórn.

Í gjár skuldu so tinglimirnir atkvøða um, hvønn teir vilja hava sum forsætisráðharra. 

Kravið er 80 atkvøður, men Varadkar fekk bara 36 atkvøður.

Leiðarin í Sinn Fein, Mary Lou McDonald, fekk flestar atkvøður, men 35 færri enn tað, sum krevst.

Tí skal atkvøðast einaferð aftrat, og tað verður 5. mars, skriva AFP og Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584