Koyrdi inn í skrúðgongu

Koyrdi inn í skrúðgongu
Í Týsklandi hava í minsta lagi 10 fólk fingið skaða, eftir at ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í býnum Volksmarsen, í Hesse
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
24.02.2020 - 16:01

Bilurin koyrdi á børn og vaksin, sum gingu skrúðgongu í sambandi við føstulávintshald. Løgreglan hevur handtikið bilføraran.

Týska blaðið Bild skrivar, at 30 fólk hava fingið skaða, men aðrir miðlar skriva, at í minsta lagi 10 fólk hava fingið skaða, - av teimum fleiri børn. Enn er ógreitt, um talan er um óhapp ella tilætlaða atsókn. 

Sambært lokalum miðlum í býnum Volksmarsen er økið, har tilburðurin fór fram, nú avbyrgt. Eisini heitir týska løgreglan á fólk, sum hava myndir ella sjónbandaupptøkur frá hendingini, um ikki at deila tær á sosialu miðlunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392