Beinleiðis hondbóltur á kvf.fo

Beinleiðis hondbóltur á kvf.fo
Í morgin, sunnudagin 1. mars, stroyma vit mansdystin millum VÍF og KÍF
Savnsmynd
 
29.02.2020 - 11:43

Endaspælið í hondbólti nærkast nú av álvara, og serliga í manskappingini er framvegis stórur spenningur um, hvør sleppur við í finalurnar.

Stigatalvan hjá monnum sær í løtuni soleiðis út: 

Nr. Lið Dystir Stig
1 H71 13 22
2 VÍF 14 18
3 STÍF 14 17
4 Neistin 14 16
5 KÍF 14 15
6 Kyndil 13 8
7 Team Klaksvík 14 0

 

Hvør av teimum seinastu dystunum eru sostatt finalur fyri tey aftaru av topp fimm liðunum, og dystirnir í morgin eru júst millum tey fýra liðini, sum kappast um annað, triðja og fjórða plássið.

Dystirnir hjá monnum hetta vikuskiftið eru hesir: 

Leygardagin kl. 18.00: H71 - Kyndil

Sunnudagin kl. 16.00: VÍF - KÍF (verður stroymdur á kvf.fo)

Sunnudagin kl. 16.00: Neistin - STÍF

Hjá kvinnunum hava Kyndil, VÍF, Neistin og H71 langt síðan tryggjað sær tey fýra ovastu plássini, og tí kemur spenningur ikki aftur í kvinnukappingina, fyrr enn endaspælið byrjar síðst í mars. Nøkur umfør eru tó eftir at spæla áðrenn hetta, og um vikuskiftið eru dystirnir hesir:

Leygardagin kl. 16.00: H71 - Kyndil

Sunnudagin kl. 14.00: VÍF - VB

Sunnudagin kl. 14.00: Neistin - STÍF

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290