Grein 25-nevndin er mannað

Grein 25-nevndin er mannað
Nevndin skal viðgera broytingar í stýrisskipanarlógini, og hvør flokkur hevur eitt fólk í nevndini
Hervør Pálsdóttir og Ingilín D. Strøm hava skotið upp at gera broytingar í stýrisskipanarlógini, og málið er farið í eina grein 25-nevnd
 
06.03.2020 - 13:05

Grein 25-nevndin, sum skal viðgera broytingar í stýriskipanarlógini, er vald í dag.

Hvør flokkur hevur eitt fólk í nevndini. 

Í nevndini eru Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum, Ingilín Didriksen Strøm í Javnaðarflokkinum, Frimodt Rasmussen í Sambandsflokkinum, Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi, Bill Justinussen í Miðflokkinum, Bjarni Kárason Petersen í Frmsókn og Kristin Michelsen í Sjávstýri.

Varafólk eru Christian Andreasen, Aksel V. Johannesen, Erhard Joensen, Høgni Hoydal, Steffan Klein Poulsen, Poul Michelsen, sum tó legði frá sær sum tingmaður í dag, og Magnus Rasmussen í Sambandsflokkinum er varamaður hjá Sjálvstýri, tí tann flokkurin hevur bara eitt tingfólk.

Sita í longsta lagi til á ólavsøku

Nevndir, sum verða settar eftir grein 25 í tingskipanini, sita, til nevndin hevur avgreitt setning sín, og í longsta lagi, til tingsetan endar á ólavsøku.

Orðið maður í stýriskipanarlógini skal broytast til fólk. Løgtingsmaður skal verða løgtingsfólk til dømis. Og embætismaður skal eita embætisfólk.

Men samgonguleiðarin kann eita antin løgmaður ella løgkvinna. 

Tingkvinnurnar, Ingilín Strøm í Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi, mæla til at broyta stýriskipanarlógina hesum víðvíkjandi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558