Betri umstøður at skilja burturkast

Betri umstøður at skilja burturkast
Meira kann nú fara til endurvinning heldur enn at verða brent á brennistøðini hjá IRF
 
31.03.2020 - 14:48

Í nýggju Móttøkuhøllini hjá IRF er ein brunnur, ið rúmar 450 m3. Í fyrstu atløgu verður timbur og tílíkt virkisburturkast latið í hendan brunnin. Alt burturkastið í hesum brunninum verður kvarnað, áðrenn tað fer víðari í køstin á Brennistøðini. Húsarhaldsburturkast og lívrunnið burturkast fer framhaldandi at verða latið beinleiðis í køstin á Brennistøðini, skrivar IRF í einum tíðindaskrivi.

Nýggja kvørnin verður mett at kvarna uml. 30 m3 av burturkasti um tíman. Kvarnað burturkast fyllir minni og er lættari at blanda við burturkastið í køstinum. Hetta gevur javnari og betri brenning, og Brennistøðin fær á henda hátt veitt eina støðugari og betri tænastu til borgarar og vinnu.­­

Áður hevur tað verið soleiðis, at alt ov nógv jarn er komið í køstin til brenningar. Jarn eigur at verða endurvunnið, og harafturat fyllir jarn nógv í øskuni frá Brennistøðini, sum skal tyrvast. Kvørnin í Móttøkuhøllini er útgjørd við einari magnet, sum tekur alt jarnið úr burturkastinum, sum verður kvarnað. Á henda hátt verður jarnið nú sent til endurvinning heldur enn at verða tyrvt saman við øskuni. Hetta hevur eisini við sær, at nøgdirnar av øsku at tyrva fara at minka munandi.

Høllin fer á mangan hátt at broyta mannagongdirnar á føroyska burturkast- og endurnýtsluøkinum, og hon gevur nýggjar møguleikar fyri skiljing og viðgerð av burturkasti. Rakstrarligu og umhvørvisligu fyrimunirnir eru nógvir, og høllin er eitt stórt stig á grønu kós felagsins og landsins, skrivar IRF.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040