Ronaldinho latin leysur úr fongsli í Paraguai

Ronaldinho latin leysur úr fongsli í Paraguai
Fyrrverandi fótbóltsspælarin, Ronaldinho, og bróður hansara verða ein av næstu døgunum latnir leysir úr fongsli í Paraguai
Tá Ronaldinho varð handtikin við følskum passi
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
09.04.2020 - 15:57

Teir verða sendir til hús og fáa útfaringarbann. 

Teir vórðu handtiknir við ólógligum passi á veg úr Brasil til Paraguai í marsmánaði. Teir hava rindað 800.000 dollarar hvør, - tað svarar til 5,4 miljónir krónur hvør, í trygd fyri at verða latnir leysir úr fongslinum.

Ronaldinho hevur havt stórar fíggjarligar trupulleikar eftir at hann gavst sum professionellur fótbóltsspælari, og tí eru fólk ovfarin av, at hann hevur rindað so stóra upphædd. 

Sagt verður, at hann skyldar 305 milliónir dollarar í umhvørvisavgjaldi, tí hann uttan loyvi hevur bygt eina bryggju tætt við húsini hjá sær við sjóvarmálan í Porto Alegre, har suðuri í Brasil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595