Ferðin hjá Team Rynkeby avlýst

Ferðin hjá Team Rynkeby avlýst
Ferðin hjá teimum 63 fólkunum, ið skuldu fara úr Føroyum til París í summar, verður av ongum
Ferðin hjá Team Rynkeby til París í summar er avlýst. Sostatt fara føroysku súkklarnir heldur ongan veg
 
18.04.2020 - 15:53

Ferðin hjá Team Rynkeby-súkklarunum til París í summar er avlýst. Tað avgjørdi stýrið fyri Team Rynkeby-grunnin seinnapartin í gjár, skrivar føroyski parturin hjá felagsskapinum á heimasíðuni.

– Okkara høvuðsdentur hevur alla tíðina verið, at gjøgnumføra ferðina, um tað heilsuliga var ráðiligt, sigur Peter Frank Andersen, nevndarformaður í Team Rynkeby-grunninum.

– Áhaldandi ótryggleikin um smittuspjaðing í Evropa ger, at vit ikki longur halda, at tað er ráðiligt, at fara til París í summar, sigur hann, sambært heimasíðuni hjá felagsskapinum.

63 fólk skuldu fara úr Føroyum

Eftir ætlanini skuldu tilsamans 2.150 súkklarar og 550 hjálparfólk úr 12 londum súkkla til París í døgunum frá 2. til 11. juli í summar.

Tilsamans 50 súkklarar og 13 hjálparfólk skuldu eisini fara við ferðalagnum úr Føroyum í summar, men hetta verður sostatt eisini av ongum nú.

Team Rynkeby hevur súkklað úr Danmark til París hvørt ár síðani 2002, og føroyingar hava verið við á ferðini síðani 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037