Merkel: Russland hevur sneytað í teldupostum mínum

Merkel: Russland hevur sneytað í teldupostum mínum
Týski kanslarin, Angela Merkel, sigur, at hon hevur prógv fyri, at Russland hevur framt telduálop og fingið hendur á telduposti hjá sær
Angela Merkel sigur seg hava prógv fyri, at russar hava njósnast í hennara teldupostum
 
14.05.2020 - 07:42

Tað skrivar AFP-tíðindastovan. Angela Merkel var ørkymlað, tá hon í gjár í týska samveldistinginum boðaði frá, at hon hevur ítøkilig prógv fyri, at Russland hevur njósnast um hana.

– Eg kann opið siga, at tað harmar meg. Hvønn dag royni eg at fáa betri viðurskifti í lag við Russland, men hinvegin so finna vit góð prógv fyri, at russiskar deildir gera hetta, segði Merkel, sambært The Telegraph.

Hetta kemur fram eftir at týska blaðið, Der Spiegel, fríggjadagin skrivaði, at russiska fregnartænastan, GRU, eftir øllum at døma hevði fingið hendur á fleiri teldupostum frá skrivarstovuni hjá Merkel í telduálopi móti týska parlamentinum í 2015.

Týska parlamentið hevur higartil ikki gjørt viðmerkingar til málið. Tað hava russiskir myndugleikar heldur ikki, annað enn, at teir vísa skuldsetingunum um telduálop aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650