Ógreitt hvør skal gjalda forskúla í frískúlum

Ógreitt hvør skal gjalda forskúla í frískúlum
Samgongan mælir landsstýrismanninum til at tosa við Kommunufelagið um spurningin, hvør skal gjalda raksturin
Samgonguflokkarnir í Mentanarnevndini vilja hava Jenis av Rana, landsstýrismann, at tosa við Kommunufelagið um raksturin av forskúlum í frískúlum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.05.2020 - 10:47

Mentamálaráðið eigur at tosa við Kommunufelagið um forskúlarnar í frískúlunum, tí óvist er, hvør skal gjalda teir, landið ella kommunurnar.

Eitt uppskot er í tinginum um, at kommunurnar gjalda allan raksturin hjá forskúlaflokkum í frískúlum. 

Mentanarnevndin hjá løgtinginum hevur viðgjørt málið.

Tosa við Kommunufelagið

Minnilutin, sum er samgongan í hesum førinum, mælir til at samtykkja uppskotið. Men við teirri viðmerking, at landið og kommunurnar eru ikki samd, um forskúli er eitt skúlatilboð ella eitt dagstovnatilboð.Tey eru tí heldur ikki samd um, hvør skal gjalda raksturin.

Tí mælir minnilutin landsstýrismanninum í mentamálum til at tosa við Kommunufelagið um hetta.

Hava onga ávirkan

Meirilutin í Mentanarnevndin, andstøðan, heldur, at landið skal ikki áleggja kommunum útreiðslur fyri tilboð, sum kommunan onga ávirkan hevur á. Frískúlarnir eru privatir, tí hava kommunurnar onga ávirka á teir. 

Meirilutin tekur ikki undir við uppskotinum. Hann vísir á, at Kommunufelagið bað landsstýrismannin taka uppskotið aftur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609