Møkster sigur 56 føroyingum úr starvi

Møkster sigur 56 føroyingum úr starvi
Norska reiðaríið tekur skipini úr FAS-skipanin, tí føroyska manningin verður lønt í føroyskum krónum
Stril Merkur er eitt av skipunum, sum fer aftur undir norskt flagg
 
29.05.2020 - 10:21

Norska reiðaríið, Simon Møkster Shipping, flaggar øll skipini úr føroysku FAS-skipanini. Tað merkir, at skipini, Stril Merkur og Stril Mariner, fara aftur undir norskt flagg.

Samstundis hevur felagið sagt 56 føroyingum úr starvi.

Tað skrivar vp.fo.

- Vit hava verið sera væl nøgdir við samstarvið við føroyingar, men støðan við norsku krónuni ger, at vit hava onki annað val enn at repa seglini nú. Tað sigur Alf Møkster, fíggjarstjóri hjá norksa frálanda reiðarínum Simon Møkster Shipping.

Inntøkurnar hjá skipunum verða avroknaðar í norskum krónum. Men føroysku manningarnar verða løntar í føroyskum krónum. Og tá kursurin á norsku krónuni er lækkaður so nógv samanborið við føroysku krónuna, er støðan blivin sera trupul hjá reiðarínum.

6-8 prosent dýrari

- Føroyska manningin er vorðin 6-8 prosent dýrari í rakstri av hesum, sigur fíggjarstjórin hjá Møkster.

Føroysku manningarnar fingu boðini í gjár, og menninir hava tveir og seks mánaða uppsagnartíð.

Tor Shipping í Havn umboðar norsku skipini hjá Møkster í FAS. 

Joan Torleivsdóttir frá Tor Shipping sigur, at hetta eisini er ein smeitur fyri Tor Shipping, tí talan er um ein av bestu kundunum, sum nú stingur í sekkin, skrivar vp.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028