Vøksturin í lønargjaldingum steðgaður

Vøksturin í lønargjaldingum steðgaður
Ein lítil minking var í lønargjaldingum fyri mai í ár samanborið við mai í fjør
 
08.06.2020 - 10:22

Minni varð goldið í lønum í mai í ár enn í mai í fjør.

Talan er um 25 mió. kr. minni í ár, sløk trý prosent.

Tað er kanska ikki so nógv, men undanfarin ár hevur verið vøkstur í lønargjaldingunum, men tann vøksturin er steðgaður.

Eins og í apríl sæst afturgongdin í mai serliga í privatu tænastuvinnunum. 

Við í tølunum, sum Hagstovan kunnger í dag, eru ikki lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipani, B-skattskyldugar inntøkur, samsýningar, arbeiðsloysisstuðul og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir, við.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786