Skal súkkla smáar níggju kilometrar uppeftir

Skal súkkla smáar níggju kilometrar uppeftir
Jákup Petur Eliassen hevur sett sær fyri at súkkla 8848 sokallaðar hæddarmetrar. - Eg fari at gera ein Everest, skrivar hann
Á sløttum: Í juli skal Jákup Petur Eliassen traðka hart á pedalirnar, tí tá verður mótbrekka
Mynd: Gilli Brend í Hoyvík  
 
10.06.2020 - 14:43

Tú velur tær eina brekku og súkklar hana umaftur og umaftur, til tú hevur súkklað 8848 sokallaðar hæddarmetrar. Einasta krav er, at teinurin skal súkklast í einum.

Tað ljóðar einfalt, og er tað helst eisini, men lætt er tað ikki.

Skjótasti danin brúkti nevniliga 17 tímar og átta minuttir upp á at súkkla teinin. 

Ætlar at taka danska metið

Jákup Petur Eliassen fer nú at royna at útinna bragdið. Hann hevur valt sær brekkuna úr Krákugjógv niðan á Húsareyn.

Brekkan er tríggjar kilometrar long og gevur 211 hæddarmetrar. Tað vil siga, at hon skal súkklast ikki minni enn 42 ferðir. Samlaði teinurin verður umleið 250 kilometrar.

Og hann vónar, at taka danska metið. 

 - Tað hevði verið stuttligt, um eg kláraði at gera tað skjótari, skrivar hann á sínum Facebook-vanga.

Ov hart - Ov vilt

Jákup Petur Eliassen, sum umboðaði Føroyar í súkkling á Oyggjaleikunum á Gibraltar síðsta summar, er greiður yvir, at avbjóðingin er ovurstór.

 - Eg eri ikki klárur til hetta. Hetta er alt ov stórt, ov hart, ov vilt, skrivar hann. 

 - Men bíða nú. Eg eri nervøsur, eyðmjúkur um uppgávuna, og um eg skal vera heilt erligur, eitt sindur bangin. Men tað er akkurát tað, sum ger tað feitt. Eg veit ikki, um eg klári tað, men eg skal.

Dagurin, tá teinurin skal súkklast, er ikki fastsettur enn, men miðjað verður ímóti viku 30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514