Brúgvin um Sandá endurskapast

Brúgvin um Sandá endurskapast
Ein hálv millión krónur er játtað til at endurskapa skjótt 100 ára gomlu brúnna
Gamla brúgvin um Sandá, ið varð tikin í nýtslu í 1925, skal nú endurskapast
Mynd: Mynd frá torshavn.fo  
 
12.06.2020 - 06:31

Gamla brúgvin um Sandá skal nú endurskapast. Tað samtykti Tórshavnar býráð á býráðsfundi í gjárkvøldið. Gamla brúgvin um Sandá varð tikin í nýtslu í 1925, og er lagað úr gróti.

Brúgvin hevur ikki verið brúkt til ferðslu síðani nýggi vegurin úr Havn til Gomlurætt varð gjørdur. Í tí sambandi hevur Landsverk heitt á Tórshavnar kommunu um at yvirtaka brúnna aftur.

Hetta hevur Tórshavnar kommuna játtað, tí kommunan heldur brúnna hava siðsøguligt virði fyri kommununa, og vísir eitt handverk, sum ikki er vanligt í dag.

Tórshavnar kommuna játtaði á eyka býráðsfundinum í gjárkvøldið 500.000 krónur til at endurskapa brúnna og at gera hana í stand.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329