Hondbóltur: Mótstøðuliðini eru funnin

Hondbóltur: Mótstøðuliðini eru funnin
Kekkia, Russland og Ukreina vórðu mótstøðuliðini, sum føroysku landsliðsspælararnir skulu møta í EM-undankappingini til endaspælið í 2022
 
16.06.2020 - 15:49

Føroyska manslandsliðið í hondbólti skal spæla ímóti Kekkia, Russlandi og Ukreina í undankappingini til evropameistaraheitið í Ungarn og Slovakia í 2022. 

Tað varð greitt eftir lutakastið fyri løtu síðani.

Undankappingin byrjar eftir ætlan tíðliga í november. Nummar eitt og tvey umframt fýra teir bestu av teimum, sum enda á triðja plássi, sleppa í endaspælið. 

Tilsamans 20 av teimum 32 liðunum í undankappingini spæla seg í endaspælið. 

Tveir dystir skulu spælast í november í ár, tveir í mars 2021 og tveir um mánaðarskifti apríl mai 2021, skrivar Hondbóltssambandið.

Ikki er greitt enn, hvar heimadystirnir hjá Føroyum skulu spælast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815