Fleiri handtikin í Hong Kong

Fleiri handtikin í Hong Kong
Í Hong Kong eru tíggjutals fólk handtikin fyri at hava mótmælt, nú 23 ár eru síðani, at fyrrverandi bretska hjálandið fór undir kinesiskt vald
Mótmælisfólk og løgregla í Hong Kong fyrr í dag, tá fleiri fólk vórðu handtikin
Mynd: AP  
 
01.07.2020 - 12:04

Men tað er vorðið nógv vandamiklari at mótmæla eftir, at nýggj kinesisk lóg er sett í gildi, sum heimilar myndugleikunum at døma fólk í fongslul fyri lívstíð, sum mótmæla. 

Kinesisku myndugleikarnir siga mótmælini í Hong Kong seinasta árið vera yvirgang og samfelagsfíggindaligt virksemi. Tí skal revsingin vera hørð, og tað hevur longu fingið mótmælisfólk at strika seg av sosialu miðlunum og gera seg minni sjónsk í samfelagnum.

Í Bretlandi verður nýggja kinesiska lógin mett sum eitt álvarsligt brot á avtaluna frá 1997 um Hong Kong, har fyrrverandi bretska hjálandið fekk eina serstøðu í Kina við rætti til at samtykkja egnar lógir.

USA mótmælir eisini, og amerikanska stjórnin hevur avgjørt at seta serstøðuna hjá Hong Kong innan handil við USA úr gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887