Nú byrjar gerðarrættarmálið um Glasir

Nú byrjar gerðarrættarmálið um Glasir
Fýra vikur eru settar av til málið, men ikki er greitt, nær úrskurðurin kemur
TG Verk hevur stevnt Landsverki eftir 75,5 milliónum krónum, og kravið hjá Landsverki er 80 milliónir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.09.2020 - 11:50

Í viku 39, sum byrjar 21.september, byrjar stóra gerðarrættarmálið millum TG Verk og Landsverk um skúladepilin í Marknagili og arbeiðið har.

Fýra vikur eru settar av til málið, vikurnar 39, 40 og 41 og tveir dagar í viku 43, tilsamans 17 dagar.

TG Verk hevur stevnt Landsverki eftir 75,5 milliónum krónum, og kravið hjá Landsverki er 80 milliónir. Harafturat koma rentur frá tí degi, málið varð latið gerðarrættinum.

Byrjaði í 2016

Málið byrjaði í gerðarrættinum 4.apríl í 2016. TG Verk byrjaði málið.

Voldgiftsnævnet í Keypmannahavn viðger málið, og tað verður viðgjørt í Keypmannahavn. Sirius advokater umboðar Landsverk, og TG Verk hevur Dahl advokatfirma. 

Eingin veit, nær gerðarrætturin kemur við úrskurðinum. Ikki er vist, at hann kemur í ár.

Úrskurðurin er endaligur, og hann kann ikki kærast.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. juli
Morgunlestur týsdagur 22. juli 2025
194833
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844
Leygardag 19. juli
Video: 10 Mannafør á Vestanstevnu 2025
194738