USA og Kina tingast aftur um handilsavtalu

USA og Kina tingast aftur um handilsavtalu
Samráðingarnar hesa ferð vera í Svøríki
Scott Bessent er fíggjarmálaráðharri í USA.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
22.07.2025 - 15:03

Fíggjarmálaráðharrarnir í USA og Kina fara nú aftur at samráðast um eina handilsavtalu.

Fyrst í næstu viku hittir fíggjarmálaráðharrin í USA, Scott Bessent, kinesiska starvsfelagan í Stokkhólmi til samráðingar, sigur Bessent við amerikanska miðilin, Fox Business.

Tað verður triðju ferð, at londini royna at finna eina loysn á áhaldandi toll- og handilskrígnum millum londini bæði.

Bessent sigur, at samráðingarnar í svenska høvuðsstaðnum eisini fara at snúgva seg um, at Kina heldur fram at keypa olju úr Russlandi og Iran.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659