Suðuroyggin kann vera grøn

Suðuroyggin kann vera grøn
Allar vindmyllurnar eru komnar upp í Porkerishaga
 
27.09.2020 - 11:12

Um stutta tíð kann meginparturin av elnýtsluni í Suðuroynni verða framleiddur úr grønari orku.

Tí nú eru allar sjey vindmyllurnar í porkerishaganum komnar upp. Talan er um sjey vindmyllur uppá 900 kilowatt hvør. 

Vindmyllurnar skulu roynast í oktober og gerast partur av el-framleiðsluni í november. Tá vindmyllurnar eru farnar at framleiða inn á el-netið, er saman við vantorkuni, nóg mikið av grønari orku á el-netinum í Suðuroynni til samlaðu nýtsluna í oynni. Kortini er neyðugt at hava el-verkið í Vági á netinum, fyri at tryggja støðuga orkuframleiðslu.

Tað er týska fyritøkan Enercon, ið hevur selt SEV myllurnar, og tað er sama fyritøka, ið hevur staðið fyri arbeiðinum at seta tær upp. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860