Rakstrarútreiðslurnar meira enn tvífaldaðar

Rakstrarútreiðslurnar meira enn tvífaldaðar
Tað ber ikki til at geva koronu alla skyldina fyri metstóra vøksturin í rakstrinum hjá landskassanum, sigur Vinnuhúsið
 
13.10.2020 - 07:36

Tí fíggjarlógin fyri 2020 varð samtykt tveir mánaðir, áðrenn nakar visti um búskaparligu avleiðingarnar av koronu.

Fíggjarlógin kyndi enn meira undir glóðheita føroyska búskapin. Vinnuhúsið hevur greinað føroyska búskapin. Úrslitið er, at skuldin hjá landskassanum kann skjótt vaksa.

>> SÍ EISINI - Rakstrarútreiðslurnar skulu minka

Vøksturin í rakstrarútreiðslunum í fíggjarlógini fyri 2020 er meira enn tvífalt so stórur sum árligi miðalvøksturin í rakstrinum frá 2015 til 2018, sum longu var alt ov stórur, sigur Vinnuhúsið.

Og hetta var, áðrenn nakar visti, at korona kom. Vinnuhúsið sigur, at tað verður stór politisk avbjóðing at stýra fíggjarviðurskiftum landsins í framtíðini.

Hallið 367 milliónir í 2020

Raksturin hjá landinum er pumpaður upp í allarbestu tíðum, og inntøkurnar skulu tí ikki broytast nógv skeiva vegin, áðrenn landskassin fær munandi hall og vaksandi skuld sum frá líður.

Tað sæst longu í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021, hvussu viðbrekin gongdin er. Landskassin fer frá avlopi, sum var 428 milliónir krónur í 2019, til hall, sum verður 367 milliónir krónur í 2020. 

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021 er hallið 171 milliónir krónur. Úrslit landskassans fer tí slaka milliard, 966 milliónir krónur, skeiva vegin í bara tvey ár.

Korona ikki alla skyldina

Um henda gongdin heldur fram, fer landskassaskuldin at vaksa hálva milliard um árið komandi árini, sigur Vinnuhúsið.

Vinnuhúsið sigur bart út, at illa ber til at geva koronu skyldina fyri metstóra vøksturin í rakstrarútreiðslum landskassans.

Politiska skipanin hevði longu mist tamarhaldið á útreiðsluvøkstrinum, langt áðrenn, nakar hevði hoyrt um koronu, sigur Vinnuhúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531