902 fosturtøkur í Grønlandi í fjør

902 fosturtøkur í Grønlandi í fjør
Flestu kvinnurnar, sum valdu abort, vóru millum 20 og 29 ár, men eisini niður í 13-14 ára aldur fingu fosturtøku í fjør
Drotning Ingridar sjúkrahús í Nuuk. Talið á fosturtøkum í Grønlandi veksur støðugt, vísa tøl frá landslæknaembætinum
 
15.10.2020 - 11:46

Í fjør vórðu 902 fosturtøkur framdar í Grønlandi. Sostatt verða framdar nærum eins nógvar fosturtøkur, sum børn verða fødd.

Tað vísir ein uppgerð hjá grønlendska landslæknaembætinum, sum blaðið, AG, hevur fingið innlit í.

Tó vóru 20 færri fosturtøkur í fjør enn í 2018.

Uppgerðin vísir, at flestu kvinnurnar, sum valdu abort, vóru millum 20 og 29 ár, men eisini gentur niður í 13-14 ára aldur fingu fosturtøku.

Tilsamans valdu 161 tannáringar abort, teirra millum vóru seks undir 15 ár.

Tann elsta var ein kvinna, sum fekk fosturtøku, er 45 ára gomul, skrivar blaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576