Norðoya sparikassi ikki SIFI-stovnur longur

Norðoya sparikassi ikki SIFI-stovnur longur
Ein SIFI peningastovnur verður mettur at hava so stóran týdning fyri samfelagið, at hann sleppur ikki at fara av knóranum
Norðoya sparikassi hevur biðið um at sleppa undan at vera SIFI-stovnur
 
05.11.2020 - 09:42

Lógin um SIFI-peningastovnarnar í Føroyum verður nú broytt. Uppskotið kom í løgtingið í gjár.

Krøvini verða herd, og Norðoya sparikassi sleppur undan at vera SIFI-stovnur.

Norðoya sparikassi hevur biðið um at sleppa undan at vera SIFI-stovnur.

Upprunaliga, í 2013, var ætlanin, at bara bankarnir báðir í Føroyum vóru SIFI-stovnar. Men tá bað Norðoya sparikassi um eisini at gerast SIFI-stovnur.

Kann ikki fara av knóranum

Ein SIFI-peningastovnur verður mettur at hava so stóran týdning fyri samfelagið, at hann sleppur ikki at fara av knóranum.

Nú verður mælt til, at javnin hjá føroyskum SIFI-peningastovnum skal vera minst tríggjar milliardir krónur.

Annars eru krøvini tey, at javnin er størri enn 13 prosent av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni, og útlán og innlán skulu vera størri enn 10 prosent av útlánum og innlánum hjá peningastovnunum í Føroyum.

Ein peningastovnur verður útnevndur SIFI-peningastovnur, um hann fer upp um eitt ella fleiri av hesum markvirðum í tvey fylgjandi ár.

Í hoyringarsvari sínum sigur BankNordik, at kapitalkrøvini til føroysku SIFI-stovnarnar eru sjáldsama hørð, og nógv størri enn krøvini í grannalondunum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028