Dómstólur broytir avgerð um Huawei

Dómstólur broytir avgerð um Huawei
Svensku telemyndugleikarnir hava sett bann fyri at brúka útgerð hjá Huawei, men ein fyrisitingardómstólur hevur nú broytt avgerðina
 
12.11.2020 - 10:56

Ein svenskur fyrisitingardómstólur hevur fyribils avgjørt at ógilda ávísar partar av banninum, sum Svøríki setti fyri virkseminum hjá Huawei í Svøríki. 

Tað sigur svenska kringvaprið.

Í oktober setti svenska post- og televerkið, PTS, bann fyri at brúka útgerð frá Huawei, í sambandi við 5G-menningina í landinum.

Samstundis var bann eisini sett fyri kinesiska ZTE á 5G-netverkinum.

Svensku tele- og postmyndugleikarnir tóku avgerðina av trygdarorsøkum og í samstarvi við verjuna og trygdartænastuna, upplýsir Reuters.

Í seinasta lagi í 2025

Sambært avgerðini kunnu feløg, sum brúka kinesiska útgerð, brúka hana til í seinasta lagi í januar 2025. 

Ein fyrisitingardómstólur viðger mál millum landsfyrisitingina og borgarar. Og hesin dómstólurin broytir nú fyribils avgerðina.

Sambært svenska kringvarpinum, skal PTS nú gera av, um tiltøkini móti Huawei og ZTE, sum eftir ætlan byrja týsdagin í næstu viku, skulu steðgast.

Fleiri lond, eitt nú USA, hava avmarkað møguleikarnar hjá Huawei at byggja 5G-skipanina út, tí illgruni er um ídnaðarnjósning, skrivar svt.se.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329