Trot á løgfrøðingum við dómstólar í Grønlandi

Trot á løgfrøðingum við dómstólar í Grønlandi
Rættartrygdin í Grønlandi er ikki líka góð sum hjá teimum, sum koma fyri rættin í Føroyum og Danmark, skrivar KNR
Rættartrygdin í Grønlandi er í vanda, heldur álitisumboðið hjá ákærunum í Grønlandi
 
16.11.2020 - 15:05

Trot er á útbúnum løgfrøðingum við teir lokalu dómstólarnar í Grønlandi.

Grønlendska kringvarpið, KNR, skrivar, at rættartrygdin hjá fólki, sum skulu fyri smáu økisdómstólarnar í Grønlandi, er ikki eins góð og hjá teimum, sum fara í rættin í Føroyum og Danmark.

Í Føroya Rætti og býarrættunum í Danmark hava verjar, ákærar og dómarar løgfrøðiliga útbúgving, men soleiðis er ikki altíð í Grønlandi.

- Ofta hava hvørki verji, ákæri ella dómari løgfrøðiútbúgving, og tað er ein trupulleiki, sigur álitisumboðið hjá ákærunum, Emil Maegaard-Hofmann.

Grønlendska rættarskipanin er nakað øðrvísi enn okkara. Har hava tey fýra lokalar fylkisrættir, ella økisdómstólar, umframt rættin í Grønlandi og grønlendska landsrættin. Í fylkisrættunum eru vanliga ikki fólk, sum hava løgfrøðiútbúgving. 

Rættartrygdin í vanda

Rættartrygdin er í vanda, heldur álitisumboðið hjá ákærunum.

- Eg haldi, at tá tað kemur til rættartrygd, er Grønland ikki javnsett við restina av Ríkisfelagsskapinum og við flestu aðrar rættarstatir, har tey hava løgfrøðiligar dómarar, sum døma í fyrsta instansi, sigur Emil Maegaard-Hoffmann.

Í ringasta føri kann trotið á útbúnum løgfrøðingum hava við sær, at fólk fáa skeivan dóm, metir hann.

Fyri at vera dómari í fylkisrættunum skalt tú hava eitt skeið, sum tekur tvey ár og tríggjar mánaðir. Aðrastaðni í ríkisfelagsskapinum skalt tú í minsta lagi hava kandidatútbúgving í løgfrøði.

Eisini er tað soleiðis, at tað vanliga eru politistar, sum eru ákærar í fylkisrættunum í Grønlandi. Í summum málum er tað tó fólk, sum hava løgfrøðiútbúgving.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572