Hondbóltsleikari smittaður

bannari
Hondbóltsleikari smittaður
Ein hondbóltsleikari hjá U16 liðnum hjá H71 er smittaður við korona. Allir dystir eru útsettir fyribils
Tilvildarlig savnmynd
 
28.11.2020 - 15:00

H71 hevur útsett ella avlýst allar dystir í dag, eftir at ein U16-leikari fekk staðfest koronu. Leikarin sjálvur hevði verið í sóttarhaldi í 10 dagar og varð testaður á 10. degi við negativum úrsliti. 

Leikarin hevði síðani tikið enn eina test á 14. degi, tí onkur nærhendis familjuni var sjúkur við krími, og hendan vísti seg at vera positiv.

Hondbóltsfelagið H71 gjørdi tí av at avlýsa allar dystir í dag hjá U14 og U16. Tey bæði liðini høvdu spælt saman fyrr í vikuni. 

Restin av liðnum skal kannast

– Vit hava send venjararnar hjá liðnum oman til Thetis, fyri at lata seg kanna beinanvegin. So fáa vit svar beinanvegin, sigur Anna Dam, forkvinna í felagnum.

Restina av liðunum fara í kvøld út at lata seg kanna, og landslæknin er farin undir at kanna hvørjar leikarar, hava havt samband við koronusmittaða leikaran. 

Anna Dam, forkvinna í H71, vil ikki siga alt ov nógv í løtuni fyrr enn landslæknin hevur kunnað hana um støðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479