Fluttar kvotur ikki takast við í veiðigjaldið

Fluttar kvotur ikki takast við í veiðigjaldið
Óvissan um kvoturnar næsta ár ger tað ógjørligt at hava onnur veiðigjøld enn tey, sum eru í ár, sigur Fíggjarmálaráðið
Fíggjarmálaráðið mælir frá at taka fluttu kvoturnar í dagførdu inntøkumetingina
 
14.12.2020 - 09:16

Fíggjarmálaráðið mælir tinginum frá at taka makrelin, sum verður fluttur til næsta ár, við í veiðigjaldið næsta ár.

Í stuttum telduposti til Fíggjarnevndina sigur Fíggjarmálaráðið, at tað hevur somu veiðigjøld í uppskotinum um fíggjarlóg fyri næsta ár, sum eru í fíggjarlógini fyri 2020.

Óvissan um kvoturnar næsta ár ger tað ógjørligt at hava onnur veiðigjøld enn tey, sum eru í ár. 

Framflyting av 20.000 tonsum av makreli kunnu hava við sær størri inntøkur í 2021.

Men tað hevur ikki eydnast at fiska alla makrelkvotuna í ár, og sama óvissa er helst eisini galdandi fyri 2021. Tí verður mælt frá at taka fluttu kvoturnar við í dagførdu inntøkumetingina, sigur Fíggjarmálaráðið.

260 mió. kr.

Metta veiðigjaldið í ár er 260 mió. kr.

Veiðigjøldini eru 1,50 kr. fyri kilo av makreli, 60 oyru fyri norðhavssild, 25 oyru fyri svartkjaft og 50 oyru fyri kilo av botnfiski í Barentshavinum. Hetta eru somu gjøldini, sum hava verið síðani 2018.

Heimaflotin er undantikin veiðigjald eins og undanfarin ár.

Ein arbeiðsbólkur ger í løtuni uppskot um nýtt tilfeingisgjald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816