Løgmaður fegnast um friðarligt forsetaskifti í USA

Løgmaður fegnast um friðarligt forsetaskifti í USA
Bárður á Steig Nielsen ger viðmerkingar til tað, sum hendir í USA í løtuni
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.01.2021 - 14:28

Fólkaræðið sigrar.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í eini fráboðan á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni í sambandi við tað, sum hendir í USA í løtuni.

Løgmaður fegnast um, at amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur seg vilja tryggja eitt friðarligt og skipað stjórnarskifti.

“Tað er gott og rætt, at tað skal bera til at eftirkanna úrslit, og at alt er farið rætt fram. Men tá úrslitið er greitt, so er tíðin komin til at góðtaka tað og fagna fólkaræðinum. Friðarlig og vælskipað stjórnarskifti er helst mest grundleggjandi styrkin í vesturlendska fólkaræðinum,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329