Løgtingið aftur til arbeiðis

Løgtingið aftur til arbeiðis
Løgtingið fer aftur til verka hesa vikuna, og verður ársins fyrsti løgtingsfundurin í morgin klokkan 13:30
 
18.01.2021 - 08:08

Á skránni til løgtingsfundin í morgin eru aðru viðgerðir av uppskotunum um at yvirtaka løgregluna, ákæruvaldið og brotsmálaumsorganina.

At yvirtaka Landslæknaembætið, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutningi, euforiserandi evni, sjúklingarættindi og eftirgjørdan gitnað. Og so uppskotið til samtyktar um felags foreldramyndugleika fyri bæði foreldur. 

Talan er um trý uppskot hjá andstøðuni. Tjóðveldi eigur bæði uppskotini um yvirtøkur, meðan tað er Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum, sum eigur uppskotið til samtykar um felags foreldramyndugleika. 

Í morgin eru eisini framløgur á skránni.

Nevndarval mest sannlíkt

Men mest spennandi er tó tann sannroynd, at allar løgtingsnevndirnar mest sannlíkt skulu veljast av nýggjum, tá tingið kemur saman aftur í morgin. 

Tað er ein fortreyt fyri, at Eyðgunn Samuelsen kann taka við nevndarsessunum hjá Heðini Mortensen, sum fer úr løgtinginum fyri at røkja borgarstjórasessin í Havn.

Heðin Mortensen hevur nevniliga sæti í júst teimum báðum løgtingsnevndunum, har ikki ber til at skifta út í úrtíð.

Uttanlandsnevndin og Landsstýrismálanevndin - har Heðin Mortensen situr - eru beinleiðis nevndar í tingskipanini sum nevndir, har varamaður, sum tekur sæti á tingi fyri tingmann í farloyvi, IKKI kann taka við teimum nevndarsessum, sum tingmaðurin hevur sæti í.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083