Handilsjavnin fyri vørur minkaði 1,1 milliard

Handilsjavnin fyri vørur minkaði 1,1 milliard
Orsøkin er størri nýtsla í Føroyum og minni útflutningsvirði, sigur Vinnuhúsið
 
09.03.2021 - 06:46

Føroyski handilsjavnin fyri vørur minkaði eina komma eina milliard krónur í fjør, skrivar Vinnuhúsið á heimasiðuni. Orsøkin er størri nýtsla í Føroyum og minni útflutningsvirði.

Innflutningurin stóð næstan í stað sammett við 2019. Innflutningurin til beinleiðis nýtslu var tó 11 prosent størri í 2020 enn í 2019.

Sambært Hagstovuni, sum Vinnuhúsið hevur tølini frá í sínum samandrátti, vórðu serliga nógv innbúgv og nógvar hvítvørur innfluttar í fjør.

Bara makrelur størri útflutningsvirði

Hóast oljuinnflutningurin vaks 10 prosent, gjørdi lági prísurin, at brennievnið kostaði fjórðingin minni í fjør enn í 2019.

Tonsatalið á fiski, sum varð útflutt, var á leið tað sama sum í 2019, men virðið minkaði nógv, 1,2 milliardir krónur.

Bara makrelur hevði størri útflutningsvirði í fjør enn í 2019, vísir samandrátturin hjá Vinnuhúsinum. Virðið var tvey prosent størri, men nøgdin var 12 prosent størri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono. 1. sending
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860