Javnaðarflokkurin stóri vinnarin í kanning

Javnaðarflokkurin stóri vinnarin í kanning
Javnaðarflokkurin dupult so stórur sum Sambandsflokkurin
Javnaðarflokkurin fekk sjey fólk í løgtingið á valinum 2019. Sambært nýggjari kanning hevði hann fingið trý tingfólk afturat, var løgtingsval í dag.val
 
04.04.2021 - 09:55

Var val nú, hevði Sambandsflokkurin bert fingið 5 tinglimir, meðan Javnaðarflokkurin hevði fingið heili 10 tinglimir.

Tað vísir ein fesk veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri blaðið Vikuskifti hjá Portalinum.

Sambært kanningini hevði samgongan fingið 15 tinglimir og andstøðan 18 tinglimir.

Fólkaflokkurin fær 22,1 prosent av atkvøðunum og 8 tingfólk, sum er tað sama sum á seinasta vali.

Sambandsflokkurin fær 15,7 prosent av atkvøðunum, næstan 5 prosent minni enn á seinasta vali, og fær 5 tinglimir - tveir færri enn á seinasta løgtingsvali.

Javnaðarflokkurin er stóri vinnarin í kanningini. Hann fær 29 prosent av atkvøðunum og heilar 10 tinglimir - tað eru tríggir fleiri enn á seinasta vali.

Sjálvstýri ongan tinglim

Sjálvstýrið fær 1,2 prosent av atkvøðunum og ongan tinglim - í løtuni hevur Sjálvstýrið ein tinglim.

Tjóðveldi kvinkar upp á 19,1 prosent og heldur fast um sínar 6 tinglimir.

Framsókn fær 6 prosent av atkvøðunum og tveir tinglimir - tað er tað sama sum á seinasta vali.

Miðflokkurin fær 6,8 prosent av atkvøðunum og tveir tinglimir - tað er eisini tað sama sum á seinasta vali.

500 fólk svaraðu kanningini hjá Spyr.fo, ið varð gjørd týsdagin 31. mars. Óvissan í kanningini kann vera upp í 3,9 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329