Taks: Fara at hyggja nærri at málinum

Taks: Fara at hyggja nærri at málinum
- Mál, sum hava so stórt fokus, fara vit sjálvandi at hyggja nærr eftir, váttar Eyðun Mørkøre
 
07.04.2021 - 21:05

Taks fer at hyggja nærri at málinum um sambandi millum føroysk feløg, sum Samherji eigur í, og kypriotisk dóttirfeløg hjá Samherja, sum kom fram í sendingini Teir Ómettiligu 2, sum varð send í sjónvarpinum í gjárkvøldið, Tað váttar Eyðun Mørkøre í Breddanum í dag. 

Í sendingini Teir Ómettiligu 2 kom fram, at nýggj skjøl frá wikileaks vísa, at tað árliga eru flytingar frá fleiri føroyskum feløgum, sum Samherji eigur í, til og frá kypriotiskum dóttirfeløgum hjá Samherja. Stjórin í feløgunum á Kypros, Baldvin Thorsteinsson, greiðir frá í telduposti, sum íslendskir journalistar hava funnið fram til, at við at flyta vinningin til hesi kypriotiski feløgini, er tað ein snildur háttur at sleppa undan skatti. 

Eyðun Mørkøre sigur við Breddan, at eitt vanligt eftirlit hjá Taks er trý ár aftur í tíðina, men er nakað serligt sum vísur á, at tað er orsøk at kanna longri aftur enn tað, so kann Taks biðja um tað, um tað er ein veruligur illgruni um, at tað er farið eitt hvørt ólógligt fram. 

Eyðun Mørkøre sigur, at Taks hevur dugnalig starvsfólk á økinum innan transfer pricing, og hóast eitt serstakt øki tekur fokus frá øðrum økjum, so heldur Eyðun Mørkøre, at orkan er til staðar til at kanna hesar flytingarnar frá føroysku feløgunum, sum Samherji eigur í. 

Taks hevur eisini sett kanningar í verk av sp/f Tindhólmur, sum Jóhannes Stefansson, varskógvari og fyrrverandi stjóri fyri virkseminum hjá Samherja í Namibia, sigur varð nýtt til at sleppa undan skatti í Namibia. Tað váttaði Bjørn á Heygum fyri Kringvarpinum fyri stuttum. Bjørn á Heygum var nevndarformaður í Tindhólmi, framtil felagið fór undir sjálvbodna avtøku í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815