Javnt undan triðju finalunum

Javnt undan triðju finalunum
Støðan er jøvn hjá bæði kvinnum og monnum undan triðju FM-finalunum millum ávíkavist Neistan og StÍF og VÍF og H71
Neistin hevur heimavallarfyrimunin móti StÍF í dag
 
17.04.2021 - 11:58

Tað einasta, sum er heilt víst undan triðju FM-finalunum í hondbólti í dag, er, at føroyameistaraheitið ikki verður avgjørt.

Bæði hjá kvinnum og monnum er javnleikur 1-1 eftir tær fyrstu tvær finalurnar, og tí tað skal spælast upp í trý, kann einki lið gerast FM-vinnari í dag.

Neistin og StÍF bresta saman í høllini á Hálsi. Har vann StÍF fyrstu finaluna, men uttan Haruka Gima, taptu strandingar á heimavølli við einum máli mikukvøldið. Óvist er, um japanski stórspælarin verður at síggja á vøllinum í dag.

VÍF tekur ímóti H71 i høllini í Vestmanna. Har vunnu vestmenningar sannførandi í fyrsta dystinum millum liðini, men mikukvøldið vunnu hoyvíkingar upp á brotskastskapping eftir ein sera dramatiskan dyst.

VÍF og H71 spæla klokkan 16.00. Kringvarpið vísir dystin beinleiðis í sjónvarpinum. Dysturin millum Neistan og StÍF byrjar klokkan 19.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980