Noreg og ES framvegis ósamd um Svalbard

Noreg og ES framvegis ósamd um Svalbard
ES hevur ásett sær sjálvum eina nógv størri toskakvotu, og sigur seg vera til reiðar at seta øll móttiltøk í verk
Tá Bretland fór úr ES, minkaði ES-kvotan við Svalbard munandi, men ES svaraði aftur við einvíst at áseta sær nógv størri toskakvotu við Svalbard
 
21.04.2021 - 15:26

Ósemjan millum Noreg og ES um toskakvotur við Svalbard stendur við.

Í einum higartil loyniligum uppriti frá februar frá ES til norsku stjórnina, sum norska tíðindastovan, NTB, nú hevur fingið innlit í, ger ES greitt, at Samveldið er til reiðar at "seta øll neyðug móttiltøk í verk" móti Noregi fyri at tryggja áhugamálini hjá ES.

Í uppritinum kallar ES norska framferðarháttin í hesum málinum "skipaðan og diskriminerandi móti ES-skipum."

Røtur í Brexit

Ósemjan hevur sínar røtur í Brexit. Tá Bretland fór úr ES, valdi Noreg at draga søguligu kvotuna hjá Bretlandi frá samlaðu ES-kvotuni. ES fekk eina nýggja toskakvotu í Svalbard-økinum upp á 17.885 tons, og Bretland fekk 5.500 tons.

Hetta vildi ES ikki góðtaka og svaraði í januar aftur við at áseta sær sjálvum eina nógv størri kvotu upp á 28.431 tons.

Noreg hevur hótt við, at ES-fiskiskip, sum fara upp um norskt ásettu kvotuna, verða tikin. ES sigur, at hendir tað, er tað at rokna sum ólógligt og brot á fólkarættin.

Í uppritinum, sum nú er komið undan kavi, sigur ES, at Noreg hevur givið sær og Russlandi óavmarkaða atgongd til at fiska í Svalbard-økinum, samstundis sum ES hevur fingið greiðar avmarkingar.

Stríðir móti Svalbard-sáttmálanum

ES sigur, at hetta er í stríð við Svalbard-sáttmálan, sum tryggjar øllum somu rættindi til at fiska við Svalbard. Svalbard-sáttmálin, sum er frá 1925, staðfestir norska ræðisrættin yvir Svalbard og Bjarnoynni

Sáttmálin sigur eisini, at fólk og fyritøkur úr øllum londunum, sum hava undirskrivað sáttmálan, hava sama rætt til atgongd og uppihald og til at fiska og reka aðra vinnu undir somu treytum á Svalbard.

Men Noreg tulkar Svalbard-sáttmálan øðrvísi. Sambært norðmonnum er hann bara galdandi á Svalbard og 12 fjórðingar úr landi - uttan fyri 12 fjórðingar er hann ikki galdandi, og Noreg hevur tí einsamalt rætt til at áseta kvotur í økinum.

Tí kann Noreg ikki góðtaka, at ES hevur ásett sína egnu kvotu. 43 lond hava undirskrivað Svalbard-sáttmálan, teirra millum øll Norðurlondini og 22 ES-lond.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585