Trump hóttir við eykatolli á vørur úr ES

Trump hóttir við eykatolli á vørur úr ES
Tollhækkingin skal koma í gildi 1. juni
Donald Trump sigur, at stígur er komin í handilssamráðingarnar millum ES og USA, og nú hóttir hann við eykatolli.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
23.05.2025 - 15:17

Amerikanski forsetin mælir til at leggja 50 prosent eykatoll á allar vørur, sum verða innfluttar til USA úr ES.

Tollhækkingin skal koma í gildi um níggju dagar dagar, 1. juni.

Sambært Donald Trump er naggatódn komin í handilssamráðingarnar millum ES og USA.

Á sosiala miðli sínum Truth Social skrivar hann:

- Naggatódn er komin í samráðingarnar. Eg mæli tí til ein beinleiðis toll upp á 50 prosent á vørur úr Evropeiska samveldinum, sum kemur í gildi 1. juni 2025.

Trump skrivar víðari.

- Eingin tollur verður lagdur á vørur, sum eru gjørdar ella framleiddar í USA.

 

Partabrøvini lækka

Partabrøvini í Evropa eru lækkað í virði eftir boðini hjá amerikanska forsetanum.

Danska C25-vísitalið er minkað sløk tvey prosent, CAC 40-vísitalið í París 2,8 prosent og týska DAX-vísitalið 2,5 prosent.

- Tollurin rakar danskt vinnulív meint, sigur tíðindamaðurin hjá TV2 í vinnulívsmálum, Ole Krohn:

 

23052025_Ole_Krohn

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558