Óbrúkt fiskirættindi skulu latast landinum aftur

Óbrúkt fiskirættindi skulu latast landinum aftur
Í seinasta lagi 1. januar 2022 skulu fiskirættindi verða knýtt at egnum fiskifari
Frá 1. januar næsta ár verða eingi sokallað tóm veiðiloyvi í føroysku fiskivinnuni
Mynd: Savnsmynd  
 
21.04.2021 - 09:42

Frá 1. januar næsta ár verða eingi sokallað tóm veiðiloyvi í føroysku fiskivinnuni.

Tey, sum ikki brúka síni fiskirættindi, skulu lata landinum tey aftur.

Tey, sum hava rættindi at fiska, skulu í seinasta lagi 1.januar 2022 hava knýtt síni rættindi at egnum fiskifari, sum fær veiðiloyvi. 

Veiðiloyvi hava brúksskyldu frá nýggjárinum.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Ingolf S. Olsen, tingmann.

Fyrr kundu skip hava bæði veiðiloyvi og fiskiloyvi uttan at brúka tey.

Og reiðarar kundu hava veiðiloyvi í tvey ár, uttan at hava skip. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655