Nýggj gransking: HPV-koppsetingin riggar

Nýggj gransking: HPV-koppsetingin riggar
Munandi færri tilburðir av lívmóðurhálskrabba eru staðfestir hjá ungum kvinnum, ið eru koppsettar fyri HPV
 
23.04.2021 - 09:10

Nýggj gransking vísir, at talið á tilburðum av lívmóðurhálskrabba millum kvinnur, yngri enn 20 ár, sum eru koppsettar fyri HPV, er minkað 86 prosent í Danmark, síðani man byrjaði at koppseta í 2006.

Umleið 900.000 kvinnur í aldrinum 17-30 ár vóru við í kanningini og umleið 40 prosent av hesum kvinnunum vóru koppsettar fyri HPV. 

Úrslitið vísti, at millum kvinnur, ið vóru koppsettar, áðrenn tær fyltu 17 ár, vóru 86 prosent færri tilburðir av lívmóðurhálskrabba, ið mun til tær, ið ikki vóru koppsettar. 

Eisini vísti úrslitið, at vandin fyri at fáa lívmóðurhálskrabba hjá kvinnum, sum vóru koppsettar sum 17-19 ára gamlar, var minkaður 68 prosent.

Koppsetingin fyri HPV var fyrstu ferð góðkend og tikin í brúk í 2006. Lívmóðurhálskrabbi hevur langa tíð um at menna seg, og tí hevur tað ikki borið til at staðfest virknaðin fyrr enn nú. 

Ókeypis koppseting

Í Føroyum er ókeypis at verða koppsettur fyri HPV.

HPV- koppsetingin verjir móti Human Pappiloma Virus. Hetta virusið er orsøk til ymsar sjúkur so sum lívmóðurhálskrabba, krabba í hálsinum og kynsvortir. 

Gentur fáa ókeypis koppseting, um tær eru millum 12 og 27 ár, og dreingir fáa ókeypis koppseting, um teir eru millum 12 og 17 ár. 

Kelda: Ríkissjúkrahúsið og kommunulakni.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744