Hálvt fjórða ára fongsul fyri at hava styðjað IS

Hálvt fjórða ára fongsul fyri at hava styðjað IS
Norsk-palistinska kvinnan varð ákærd fyri at hava verið uppi í yvirgangsvirksemi frá 2013 til 2019. Hon hevur kært dómin
Dómurin í dag fer helst at hava avleiðingar fyri aðrar norskar kvinnur, sum framvegis eru í Sýria
Mynd: NRK  
 
04.05.2021 - 18:00

Rætturin í Oslo hevur dømt eina 30 ára gamla kvinnu hálvt fjórða ár fongsulsrevsing fyri at hava verið við í einum yvirgangsfelagsskapi, og at hava gjørt tað við beráddum huga, skrivar NRK.

30 ára gamla norsk-pakistanska kvinnan er dømd fyri at hava samband við yvirgangsfelagsskapin, IS, í Sýria.

Hon kom fyri rættin í mars mánaði í fjør, tá hon kom heim til Noregs úr al-Hol-leguni í Sýria. 

Við sær hevði hon tvey børn, og annað var illa sjúkt.

Kvinnan varð ákærd fyri at hava verið uppi í yvirgangsvirksemi frá 2013 til 2019. 

Gift tríggjar ferðir

Hon varð gift tríggjar ferðir, og hon er eisini ákærd fyri at hava fingið fíggjarligan stuðul frá IS, tá fyrsti maður hennara doyði.

Kvinnan varð handtikin, tá hon kom til Noregs, og varð ákærd fyri at hava tikið lut í virkseminum hjá IS, tí hon tók sær av børnunum og heiminum.

At hon hevur tikið sær av tí, hevur gjørt, at maður hennara kundi vera við í yvirgangsvirksemi, skrivar NRK.

Kann fáa avleiðingar fyri aðrar kvinnur

Spurningurin, um kvinnan var í Sýria av egnum vilja, ella varð tvingað til tað, varð nógv umrøddur undir rættarmálinum.

Dómurin í dag fer helst at hava avleiðingar fyri aðrar norskar kvinnur, sum framvegis eru í Sýria.

Í 2019 varð yvirgangsfelagsskapurin, IS, rikin úr Sýria og Irak. Avvarðandi hjá IS-stríðsmonnum, eisini vesturlendskar kvinnur, vórðu fluttar til ymiskar legur, eitt nú Al-Hol-leguna í Sýria.

Politiskur tvídráttur var í Noregi um lagnuna hjá 30 ára gomlu kvinnuni, tí nakrir politikarar søgdu, at Noreg ikki eigur at taka vaksin fólk heim, sum hava stuðlað IS, men at børnini kunnu takast heim. 

Angrar

Kvinnan vildi ikki lata børnini frá sær.

Sjálv hevur kvinnan noktað fyri, at hon hevur tikið undir við IS-hugsjónini, og hon hevur sagt, at hon angrar miriliga, at hon fór til kalifatið. Hon hevur eisini sagt, at hon royndi at flýggja, men at tað bar ikki til. 

Verjin hjá kvinnuni segði í rættinum, at hon hevði verið offur fyri menniskjahandli. Men dómarin tók ikki tað við, tá hann grundgav fyri dóminum. 

Kvinnan er leystlatin til kærumálið møguliga kemur fyri aftur. Hon hevur alla tíðina noktað seg sekan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010