Føroyskur nethandil tikið dik á seg

Føroyskur nethandil tikið dik á seg
Nethandlar í Føroyum selja meira enn teir gjørdu undan koronu, sigur Handilsvinnufelagið
 
23.05.2021 - 16:09

Føroyingar keypa meira á netinum enn teir gjørdu undan koronu. Tað sigur Eyðvør Berg, forkvinna í Handilsvinnufelagnum.

– Vit hava eingi ítøkilig tøl, men teir føroysku nethandlarnir hava selt meira hetta seinasta árið enn undan koronu, sigur forkvinnan í Handilsvinnufelagnum.

Fleiri nýggir føroyskir handlar eru eisini komnir á netinum hetta seinasta árið. Eitt nú nethandlar, sum fyri tað nógva selja konufólkaklæði, sigur felagið.

Kanning liðug í heyst

Tað eru ikki bara føroysku nethandlarnir, sum nú selja meira til føroyingar. Útlendskir nethandlar selja eisini meira til Føroya, hevur Handilsvinnufelagið varhuga av.

Felagið fer tí í næstum at kanna søluna hjá teimum føroysku nethandlunum nærri, so felagið fær eina neyvari mynd av framgongdini síðani korona tók seg upp.

Tann kanningin hjá Handilsvinnufelagnum verður væntandi ikki liðug fyrr enn í heyst, sigur forkvinnan í felagnum við útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334