Roynir at sleppa undan misáliti

Roynir at sleppa undan misáliti
Svenski forsætisráðharrin skjýtur upp, at allir partar á íbúðarmarknaðinum fáa freist til 1. september at finna eina loysn
Misálit hóttir stjórnina hjá Stefan Löfven, forsætisráðharra í Svøríki
 
20.06.2021 - 12:50

Svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, roynir nú í evstu løtu at sleppa undan misáliti á stjórnina.

Politisk ósemja um leigukostnaðin fyri leigubústaðir hevur elvt til stjórnarkreppu í Svøríki.

Stefan Löfven skjýtur nú upp, allir partar á íbúðarmarknaðinum skulu fáa freist til 1. september at finna eina loysn á stríðnum. Avtalan skal síðani leggjast fyri ríkisdagin. 

Men Vinstriflokkurin, sum vanliga tekur undir við stjórnini, er ikki nøgdur við uppskotið hjá forsætisráðharranum.

Politiskur sjónleikur

- Eingin álvari er í hesum uppskotinum, sum er ein politiskur sjónleikur til tess at seinka tilgongdini, sigur forkvinnan í Vinstraflokkinum, Nooshi Dadgostar.

Meiriluti er í ríkisdegnum fyri einum misáliti á stjórnina hjá Stefen Löfven. 

Bæði Vinstriflokkurin og Svøríkisdemokratarnir hava boðað frá, at teir fara at atkvøðu fyri uppskotinum um misálit í ríkisdegnum í morgin. 

Sosialdemokatarnir og Tey grønu manna svensku stjórnina, sum fær stuðul frá Miðflokkinum og Liberala flokkinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001